Hóast stóru sangrøddina, nýtti Linda næstan líka nógva tíð, at spreiða klichéir millum sangirnir, sum hon brúkti at syngja. Fyri løtu síðan fór Linda Andrews av Stóra Pallinum, har hon við væl samanskrúvaðum poppi, undirhelt fjøldini í ein góðan tíma. Tó ljóðaði hon sum eitt sjálvhjálpar sálarfrøðiskeið millum sangirnar, har hon oysti út av klichéum um at kenna seg væl og vera nøgdur við teg sjálvan. Tað kendist næstan sum at vera á vekingarmøti.
Hon burdi heldur nýtt tíðina til at oyst út av síni stóru sangrødd.