Hesa ólavsøkuna gera tey í Meinigheitshúsinum eisini sítt til, at fólk hava okkurt áhugavert at koma til. Skráin hjá húsinum í sambandi við tjóðarhátíð okkara byrjaði í roynd og veru í gjárkvøldið við einum møti, sum lesandi føroyingar í Keypmannhavn stóðu fyri.
Í kvøld og aftur í annaðkvøld verða møti hildin, báðar dagarnar klokkan 18.
Á møtinum i kvøld fer Derhard Olsen, cand. theol. at taka, og sangarin Jens Lisberg fer at syngja.
Eftir hetta møtið verður gjørt klárt til eina sangløtu við vitnisburði sum byrjar kl. 22. Um midnáttarleitið byrjar ein café, har Sóley Jacobsen fer at syngja.
Ólavsøkukvøld talar presturin Bergur D. Joensen, sum júst er afturkomin av eini ferð kring allan knøttin við familju síni. Við hetta møtið syngur Bjartur F. Johannesen.