Eini 150.000 fólk vóru í gjár á gøtunum í franska høvuðsstaðnum, París, har tey mótmæltu nýggju lógini, sum heimilar samkyndum at giftast við hvørjumøðrum. Nú lógin er kom ígjøgnum, verður væntandi fyrsta hjúnavígslan av hesum slagnum í Montpellier ein av døgunum.
Lógin, sum varð samtykt í franska tjóðartinginum fyri góðari viku síðani, var eitt týðandi vallyfti frá forsetanum, Francois Hollande, sum tó hevur fingið mótstøðu frá fleiri síðum í allari tilgongdini til lógina, ið eisini heimilar samkyndum at ættleiða børn.
Umleið 4.500 politistar stóðu á varðhaldi, meðan mótmælisgongan var í gjár, men alt gekk friðarliga fyri seg. Tí bleiv eingin endurtøka av støðuni leygarkvøldið, tá samanbrestir spurdust burturúr og politiið handtók 56 fólk.










