Í døgunum 18. til 26. mars fer A-landsliðið við monnum á venjingarlegu í Marbella í Spania. Á venjingarleguna fer føroyska liðið at spæla tveir venjingardystir móti Lettlandi og Liktinstein, skrivar FSF.fo.
Umframt venjingar, verða eisini tveir venjingardystir á skránni. Hósdagin 22. mars spæla Føroyar og Lettland, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 25. mars, spælir føroyska liðið móti Liktinstein.
Í HM-undankappingini, sum endaði í heyst, vóru Føroyar og Lettland í sama bólki. Dysturin í Lettlandi endaði við 2-0 sigri til Føroyar, meðan úrslitið á Tórsvølli gjørdist málleysur javnleikur. Fyri skjótt tveimum árum síðani møttust Føroyar og Liktinstein í venjingardysti í Marbella, og tá vunnu Føroyar 3-2.