Nú seinnapartin verður rættiliga farið undir nýggja fótbóltsárið. Klokkan 15 brúkslaði Lars Muller fyri fyrstu ferð á ovara vølli í Gundadali, har meistararnir úr NSÍ og steypavinnararnir úr EB/Streymi spæla steypadyst.
Eftir 1. hálvleik stendur á jøvnum 0-0. Fyritreytirnar hjá EB/Streymi eru tó einki serligar undan 2. hálvleiki. Stutt undan hvíldini sá nýggi miðvallarin hjá EB/Streymi, Mikkjal Thomassen, gult, og í síðstu sekundunum vísti dómarin honum beinleiðis reytt kort.
Dómarin tók ostaskorpuna úr lummanum, eftir at linjuverjin hevði veittrað og tosað við dómaran.