Mótbrekka fyri Liverpool

Í kvøld verða seinnu 16 partsfinalurnar í Europa League leiktar. Eingi norðurlendsk lið eru eftir í hvørgari av europeisku kappingunum, men føroyingar fylgja minst líka væl við enskum liðum.

 

Og tað er misjavnt, hvussu ensku liðini stóðu seg í fyrra dystinum.

 

Tyngstu mótbrekkuna man Liverpool uttan iva hava. Í fyrra dystinum í Ruslandi taptu teir 0-2, og tað skal vinnast inn aftur á Anfield í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 20.05, men eingin av rásunum hjá Televarpinum vísir dystin.

 

Newcastle fær eisini ein truplan dyst. Á heimavølli fyri viku síðani megnaðu teir bert javnleik móti Metalist Kharkiv, so nakað skal til, skulu teir sleppa víðari til áttandaparts finaluna.

 

Tottenham kann takka Gareth Bale fyri, at teir møta upp í Fraklandi við einum 2-1 sigri í kuffertinum. Tvær ferðir skoraði hann, báðu ferðir í yvirtíðini í hvør sínum hálvleiki.

 

Frægast sær tað út hjá verandi Champions League meistarunum, Chelsea. Eitt Oscar mál í Prag merkir, at teir taka ein 1-0 sigur við sær á Stamford Bridge í kvøld.

 

Dystirnir eru annars úrslitið frá fyrra dystinum í klombrum):

17.00 Rubin Kazan-Atletico Madrid (2-0)

18.00 CFR Cluj-Inter Milan (0-2)

18.00 Dnipro-Basel (0-2)

18.00 Metalist Kharkiv-Newcastle (0-0)

18.00 Genk-Stuttgart (1-1)

18.00 Lazio-Borussia Mönchengladbach (3-3)

18.00 Lyon-Tottenham (1-2)

20.05 Benfica-Bayer Leverkusen (1-0)

20.05 Bordeaux-Dynamo Kiev (1-1)

20.05 Chelsea-Sparta Prag (1-0)

20.05 Fenerbache-BATE Borisov (0-0)

20.05 Hannover 96-Anzi Makhachkala (1-3)

20.05 Liverpool-Zenit St. Petersborg (0-2)

20.05 Olympiaikos-Levante (0-3)

20.05 Victoria Plzen-Napoli (3-0)

20.05 Steaua Bukarest-Ajax (0-2)

 

Dystirnir kunnu streamast á eitt nú www.firstrow1.eu/sport/football.html