Mótatiltak við Áarvegin

Barbara í gongini hevur latið upp handil í hølunum á Áarvegi 5, og komandi hóskvøld verður skipað fyri serligum mótatiltaki. Har verður møguleiki at síggja norðurlendska avantgardismu, eins og ráðgeving um brúksmøguleikarnar í einstøku pløggunum verður veitt.

Umframt mótasýningina verður eisini filmur hjá Mariannu Mørkøre vístur.