UMSITING
Stendur tú millum bygningarnar hjá almennu umsitingini úti í Tinganesi, kanst tú gera ein lítlan sirkul millum trý ymisk ráð. Rættari sagt tvey ráð og eina løgmansskrivstovu. Við einum umleið fimm metrar radius røkkur tú inn til trý ymisk almenn stýri. Trý ymisk kontór ella ráð, sum umsita hvør sín part av almennu fyrisitingini.
Øll eru neyðug fyri at tryggja landsins borgarum bestu fyrisiting av landsins áhugamálum. Verandi skipan við ráðharraábyrgd inniber higartil átta ymisk ráð íroknað Løgmansskrivstovuna. Upprunaliga var ætlað við bygnaðarbroytingunum hjá Finn Norman Christensen at hava seks stýri (seinni ráð). Hetta tal er so voksið nakað. Ein av grundgevingunum fyri at veksa um talið av ráðnum er, at Føroyar skulu gerast meiri sjálvstøðugar, og leiðin gongur ímóti einum fullveldi, har øll málsøki at kalla skulu umsitast av føroyingum sjálvum.
Stongja av
Seinasta nýggja ráðið í almennu umsitingini er Løgmálaráðið. Í fráfarnu samgongu var talið av landsstýrismonnum hækkað úr sjey til átta. Høgni Hoydal, landsstýrismað í lógarmálum, og Anfinn Kallsberg, løgmaður, deildust um eitt og sama stýri.
Við teirri nýggju samgonguni, sum tók við í juni mánað í ár, varð ein níggindi landsstýrismaður settur, og Høgni Hoydal fekk sítt egna ráð at ráða yvir í form av einum løgmálaráð.
Høgni Hoydal segði í tí sambandinum, at hetta var eitt neyðugt stig, nú arbeiðast skuldi fram ímóti at yvirtaka fleiri og fleiri málsøki.
Sambært Høgna Hoydal starvast fjúrtan fólk á Løgmálaráðnum, og tað eru í roynd og veru fólk, sum hava starvast á Løgmansskrivstovuni.
Deildarleiðarin á gomlu løgdeildini á Løgmansskrivstovuni er nú aðalstjóri fyri Løgmálaráðið. Í høvuðsheitum eru tað eisini starvsfólkini á gomlu løgdeildini, ið flyta frá skrivstovu til ráð.
Arbeiðið at skilja stovnarnar at er nú komið so langt ávegis, at Løgmálaráðið hevur fingið egna inngongd. Løgmálaráðið fer at nýta fleiri bygningar úti í Tinganesi: Gamli Prestagarðurin, Leigubúðin, Skibstedspakkhús og seinast, vit frættu, hugdu teir eisini upp á møguleikararnar at nýta gomlu Munkastovuna.
Hóast starvsfólkið á Løgmálaráðnum áður hevur kunnað gingið gjøgnum inngongdina hjá Løgmansskrivstovuni verður egin inngongd gjørd, og Løgmálaráðið skal eisini hava egna móttøku, sum liggur einar tíggju metrar frá inngongdini og móttøkuni hjá løgmanni.
Ikki nokk við tí. Gongin, sum bindur Skibstedspakkhús og Sjó- og vektarbúðina saman, skal í framtíðini vera stongd av, soleiðis at skilja, at skulu fólk av Løgmansskrivstovuni niðan til teir lógarkønu í Løgmálaráðnum skal farast útum dyrnar.
Sambært Høgna Hoydal er einasta felagsfunktión millum skrivstovu løgmans og Løgmálaráðið ein felags EDV-skipan. Alt annað er fullkomiliga skilt at. Tó leggja bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í lógarmálum stóran dent, at einki nýtt starvsfólk er sett í starv, nú skrivstova og ráð skiljast at.
Einar 3-4 metrar frá inngongdini til Løgmansskrivstovuna heldur Vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm til.
Felags fyri Løgmálaráðið, Vinnumálaráðið og Løgmansskrivstovuna er ein pedellur. Hesin er settur í starv hjá Løgmansskrivstovuni, men hann røkir eisini ráðini bæði.
Vinnumálaráðið nýtir ikki somu EDV-skipan sum felagarnir nakrar metrar vestureftir.
Hjá Vinnumálaráðnum starvast átjan fólk, á Løgmansskrivstovuni eru tey 19 og við teimum fjúrtan á nýggja Løgmálaráðnum gevur hetta eitt samlað starvsfólkatal úti í Tinganesi upp á 51.
Viðmerkjast skal, at íroknað hesi 51 eru ymsir stovnar, ið ráðini hava fingið álagt at umsita, men sum verða roknaðir sum partar av ráðunum.
Rokna vit Løgmansskrivstovuna sum eitt ráð, eru hesi 51 fólkini spjadd millum trý ráð. Hetta merkir m.a. tríggjar inngongdir, trý ymisk telefonnummør og tríggjar fyrisetingar lið um lið.
Ongar hálvar loysnir
Høgni Hoydal heldur ikki, at nýggja skipanin við at skilja funktiónirnar at er tann mest hepna loysnin.
?Eg haldi so avgjørt, at tað hevði borið til við felags inngongd og felags journalskipan, men hetta vildi løgmaður so ikki, sigur Høgni Hoydal.
Løgmaður, Anfinn Kallsberg, váttar eisini, at tað er hann, sum hevur tikið avgerðina um at skilja Løgmansskrivstovuna og Løgmálaráðið hvørt frá øðrum. Hann heldur ikki, at tað er nakað forgjørt í, at so lítið samstarv er millum fyrisitingarligu stovnarnar í Tinganesi.
?Antin velur tú at stovna eitt ráð við egnari umsiting, ella letur tú vera við at stovna nakað nýtt ráð, sigur løgmaður.
Hann leggur dent á, at hann ikki ynskir, at nakrar hálvar loysnir skulu koma fyri.
?Tað snýr seg um at plasera tað poltisku ábyrgdina á hvørjum øki sær. Onkur skal í síðsta enda hava ábyrgdina av hvørjari funktión sær, sigur Anfinn Kallsberg.
?Nú hevur man ynskt at verða skildur frá Løgmansskrivstovuni, og tí verður Løgmálaráðið eisini skilt frá, sigur Anfinn Kallsberg.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, heldur ikki, at skipanin í Tinganesi ber boð um nakran rationellan rakstur.
Hann vísir á, at fleiri stovnar við góðum úrsliti húsast undir sama taki á Argjum. Hesir eru allir stovnar, ið hoyrir undir málsræðið hjá fíggjarmálaráðharranum.
Hóast Karsten Hansen er settur at syrgja fyri, at sum mest fæst burturúr almennu pengunum, so kann hann einki gera við málið, tá løgmaður hevur tikið hesa støðu.
Løgmaður ásannar, at við verandi samstarvi millum ráð og Løgmansskrivstovuna, kundu Løgmálaráðið og Vinnumálaráðið tað sama ligið aðrastaðni. Hesin møguleikin er heldur ikki fjarur, tá uppgávurnar gerast møtumiklari hjá serliga Løgmálaráðnum.
?Vit mugu eisini hyggja eitt sindur fram í tíðina. Løgmálaráðið vil við fleiri yvirtøkum fáa nógv størri arbeiðsuppgávur, og tá er tað als ikki vist, at Løgmálaráðið fer at liggja í Tinganesi, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann sipar serliga til løgreglu- og rættarmál, sum einaferð skulu á føroyskar hendur, eftir ætlanini hjá sitandi samgongu. Hetta fer at krevja munandi meira umsiting.