Á hvørjum ári – um mánaðarskiftið januar/februar – hava fólk í Meinigheitshúsinum og mong onnur við teimum, sæð fram til vikuna við teimum nógvu møtum: Tað sum vanliga verður nevnt missiónsvikan.
Meinigheitshúsið hevur verið vælegnað til øll hesi tiltøkini, men í ár hevur stýrið tikið avgerð um at flyta møtini í Vesturkirkjuna ístaðin.
Í ár byrja hesi møtini sunnukvøldið 22. januar og halda fram til sunnukvøldið 29. januar.
Á skránni hesar dagarnar eru møtir, bønarløtur, familjumøti og bíbliutími. Talar av bygd og úr býi tala, eins og sangkreftir kring landið fara at syngja við øll hesi mongu tiltøkini í kirkjuni.
Um vikuskiftið verða eftirmøti hildin, har, eins og vanligt er, fólk kunnu avleggja ein vitnisburð um Jesus ella øðrum sum hevur týdning fyri teirra andaliga lív.
At enda kann verða nevnt, at skráin fyri missiónsvikuna 2012 er prentað aðrastaðni í blaðnum.










