Eftir at Mótaskálin og Skálabúðin hava hildið til yvirav hvørjum øðrum í Dr. Jakobsensgøtu í 30 ár er Mótaskálin nú fluttur yvir um vegin og inn í Skálabúðina.
Nú er so alt savnað undir einum taki, og Mótaskálin hevur fingið betri pláss, góðar umstøður og eina flotta framsýning í somu hølum sum Skálabúðin við kendum vørumerkjum sum t.d. Wearhouse, Marc Lauge, 2-Biz, Ze-Ze og Repeat.
Handilin selur eisini kendu vørumerkini Brandtex, Zhenzi, Classic, Herluf Design, Dim og Eurofashion, umframt Triumph náttklæðir og pyamas í silki og bumull til allar aldursbólkar.
Til jóla hava Mótaskálin og Skálabúðin eitt størt vøruúrval av klæðum til kvinnuna frá innast til uttast og bjóðar eitt megagott konsept til allar kvinnur.