Fríggjakvøldið fáa tey ungu ein møguleika at síggja tann nýggjasta mótan á Platform í Havn. Handlarnir Bonnie & Clyde, Trendfloor, Basic, Diva og Deres fara at sýna fram tað nýggjasta nýggja, sum handlarnir hava at bjóða.
Atgongumerkini til mótasýningina kosta 30 krónur, og tá fáa tey vitjandi ein vælkomstdrykk, fruktbuffet og ókeypis atgongd til dansin "Girl´z night" við Elini í Stórustovu. Atgongumerkini eru at fáa í luttakandi handlum og í Kunningarstovuni í Havn.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Platform skipar fyri mótasýning, og tiltakið er vanliga væl vitjað. Fyrireikararnar biðja tí fólk, ið ætlar sær at til mótaframsýningina at keypa atgongumerki í forsølu.










