Í sambandi við, at Óluva á Lofti hevur gjørt sveinastykki í útbúgving síni sum blómubindari, skipaði hon fyri mótasýning í Vakstrarhúsinum í Sandavági av ? brúðarbukettum Sum at pynta brúður!
Soleiðis verður ofta tikið til, og tað var satt, bæði í yvirførdum og í orðsins sanna týdningi, tá mótasýning av brúðarbukettur var í dag. Hálvan tíma máttu tey um hálvthundrað fóllkini umframt børn, biða til sýningin byrjaði. Men lat tað verða sagt beinanvegin: Tað var vert at bíða eftir.
Har riggaði alt framúr væl. Bæði brúðarbukettir, brúðarkjólar og »brúðrar«. Seks gentur ? ella rættari sagt ungar kvinnur ? í hvør sínum brúðarkjóla vístu fleiri ymiskar brúðarbukettir fram. Óluva bólkaði tær sum »traditionellar« og »ótradionellar«. Millum tær ótraditionellu vóru tvær, sum vóru gjørdar av millum annað føroyskum tara.
Ein heilt serlig bukett var eisini, sum stóð í einum stórum veðrahorni, ógvuliga vakurt og originalt.
Lesið og síggið fleiri myndir í Sosialinum í morgin, fríggjadag