Má taka koyrikortið umaftur

Sum heild hevur tað verið stak friðarligt hjá løgregluni

Ársins fyrsta leygarnátt hevur verið stak friðarlig hjá løgregluni.

 

Lítið fólk hevur verið í býnum, og tey, sum hava verið, hava ikki elvt til trupulleikar. Løgreglan gjørdi eisini nakað burtur úr at steðga bilum fyri at vita um bilførararnir vóru edrúir. Í slakar tveir tímar steðgaði løgreglan 15 bilum, og allir bilførararnir vístu seg at vera edrúir.

 

Men verri gekk hjá einum øðrum bilførara, sum koyrdi so skjótt, at løgreglan setti ferðmálaran til. Og tað vísti seg, at bilførarin koyrdi 121 kilometrar um tíman, har hann annars hevur loyvi til at koyra 80.

 

Sostatt noyðist bilførarin nú at taka koyrikortið av nýggjum, annars missur hann tað.