Mótaheimurin var burturstaddur

Meðan fyriskipanin av Funky Faroe Islands tyktist sera góð, so var dagfestingin á tiltakinum sambært enska mótaheiminum sera óheppin.

 
Størsta mótamessan í heiminum hevur júst verið í Paris, og fleiri tiltøk vóru eisini farnu viku í Paris. Hetta merkir, at nærum allur enski mótaídnaðurin er burturstaddur. Bæði Wendy Scott samskipari og Hilary Riva forkvinna í British Fashion Counsil, søgdu, at tær mettu hetta sum verandi rættiliga óheppið fyri tiltakið.
- Eg haldi hetta vera nokkso óheppið, tí fólk vóru veruliga áhugaði, tá eg ringdi runt og bað tey koma á mótasýning úr Føroyum, men tey eru bara ikki í Bretlandi, segði Wendy Scott.