Máta pínuna hjá seyði

Norskir granskarar royna nú at máta seg fram til, hvussu nógva pínu ið seyðurin kennir.

Granskararnir eru samdir um, at pína førir bæði líðing og stress við sær hjá húsdjórum. Og hetta er ein álvarsom hóttan ímóti vælveru teirra.

Júst hetta við vælveruni er so líðandi vorðið sera týdningarmikið fyri forbrúkararnar. Tí má landbúnaðurin gera sítt til at djórini fáa tær bestu umstøðurnar.

Arbeiðið er komið væl áleiðis, og longu nú kunnu granskararnir staðfesta nøkur viðurskifti, sum skapa pínu hjá seyði.

Granskarin, Solveig Marie Stubsjøen hevur mált, hvussu hjartasløgini skifta, mált hitan í eygunum, mált blóðtrýstið, hevur kanna pínumarkið og annars hugt eftir atferðini hjá seyðinum.

Nøkur tekin eru um, hvørt seyðurin kennir pínu, hóast seyður vanliga ger alt fyri at vísa, at hann ikki hevur pínu.

Eitt av teknunum fyri pínu er, at seyðurin sleikir sær um munnin og at hann jarmar øðrvísi.