Fólk frá universitetinum í Leeds í Englandi gera seismiskar royndir í Føroyum. Tey vóru her fyri hálvum øðrum ári síðan og gróvu seismografar niður fyri at kanna undirgrundina, og nú hava tey savnað teir inn aftur.
Granskarin David G. Cornwell, sum hevur staðið fyri teimum kanningunum, hevði nakað av peningi eftir, og hann fekk hug at lata eina skúla í Føroyum ein seismograf, soleiðis at føroyski skúlin kundi vera við í eini bretskari skúlaverkærlan um seismiskar mátingar.
Tað var ikki heilt av tilvild, at júst Argja skúli kom upp í verkætlanina.
Makkari hjá bretska granskaranum er Rannvá Arge. Hon kom við hugskotinum at bjóða skúlanum á Argjahamri seismografin.
- Eg hugsaði, at Skúlin á Argjaharmi var nýggjur og stórur, og haraftrat kendi eg skúlastjóran Marjun Holm, sigur Rannvá Arge, sum er geofysikari.
Ein ørgrynna av skúlum í Stóra Bretlandi eru við í hesi verkætlan, og skúlar í øðrum londum eru eisini við, til dømis ein skúli í Íslandi. Eingin skúli í skandinavisku londunum er við.
Hans Fróði Jensen, sum er lærari í alisfrøði, hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at fáa teknikkin at virka.
Seismografurin er ikki nakað stórt tól. Tað stendur á gólvinum og er knýtt at eini teldu, sum hevur eitt serligt telduforrit.
Neyvar mátingar
Til eina og høvrja tí ber til at fara í telduna og síggja, hvar ristingar hava verið, og hvussu harðar tær hava verið.
Seismografurin á Argjum hevur víst skjálvtar, sum summir hava verið langt burturi. So langt burturi sum í Japan.
Í seinastu viku vóru fleiri smærri skjálvtar, men júst tá riggaði skipanin í ikki.. Men tey hava merkt aðrar skjálvtar, onkran í Italiaí Meksiko og ein norðan fyri Ísland.
Fyribils varð seismografurin settur upp í einum goymslurúmi, men ætlanin er at finna eitt betur egnað høli, tí so nógv fólk ganga inn í goymslurúmið, og tann gongdin ávirkar.
Hans Fróði Jensen sigur, at seismografurin var ein góð gáva at fáa til undirvísingina fyri næmingunum í 6.flokki og uppeftir, tí næmingarnir kunnu á henda hátt læra nógv um eitt nú jarðfrøði.
Tað hevði borið til at brúkt seismografin eisini fyri teimum yngru næmingunum, latið teir hoppað, so teir sóu ristingarnar.
- Tað hevði verið ein góður máti at latið eygu teirra upp fyri evninum, sigur Hans Fróði Jensen, sum er bitin av nýggju útgerðini og tí hon kann. Hvønn dag hyggur hann í telduna fyri at fáa at vita, um skjalvtar hava verið nær ella fjar.
Í dag hava David G. Cornwell og Rannvá Arge havt framløgu fyri næmingunum um jarðskjálvtar, og tey vístu á tey náttúruvísindaligu fyribrigdini tengd at tí.










