Máta blóðtrýst og blóðsukur í SMS

Klokkan 10 í morgun byrjar tiltak á torginum í SMS, har heilsurøktarar fara at greiða frá arbeiði og útbúgving.

Klokkan 10 í morgun byrjar tiltak á torginum í SMS, har heilsurøktarar fara at greiða frá arbeiði og útbúgving. Tiltakið, sum er alment, varar til klokkan 18 seinnapartin.

 

Umboð fyri Heilsurøktarafelagið fara á tiltakinum at greiða frá um teirra arbeiði, og greitt verður eisini frá um útbúgvingina.

 

- Meðan tiltakið er á torginum í SMS, verður eisini høvi hjá almenninginum at fáa mátað blóðtrýst, og vit fara eisini at burturluta gávukort, sigur Heilsurøktarafelagið.