Jens Marni Hansen livir av tónleiki, og tað merkir eisini, at hann má taka allar tær uppgávur, hann fær.
Í vikuni var Jens Marni gestur á Rás2, og har varð hann spurdur, um hann nakrantíð má spæla sangir, honum ikki dámar.
- Fólk hoyra tað, um tú ikki dámar ein sang, sum tú syngur, og tí mást tú læra teg at elska sangirnar, tú skalt spæla.
- Tað ber altíð fara inn í ein sang, tulka hann og gera hann til tín egna. Og tað ber saktans til at fáa ein sang sum Fagra Blóma, ið verður sungin sera ofta, at ljóða heilt væl, um hann verður sungin ordiliga, segði Jens Marni.