Másin sokkin

Onkuntíð tíðliga í morgun sakk fyrrverandi strandfaraskipið Másin, sum i longri tið hevur liftið á við ferjuleguna á Stongunum í Klaksvík.

Sløkkilið fór og bant Másan betur, so hann ikki koppaði.

Másin er ikki til ampa fyri skipaferðsluna, og olja lekur ikki úr honum.

Tá ið núverandi eigarar keyptu Másan, hugsaðu teir um at brúka hann í ferðavinnuni, men sum skilst hevur ikki gingist væl at fáa fígging til slíka verkætlan.

Í dag hava eigararnir ikki hug at tosa um framtíðina hjá Másanum, sum varð smíðaður í 1959.