M/S Thorshavn verður matstova á G!

Tá ið G! festivalurin fer av bakkastokki í næstu viku, verður tað við sluppini M/S Thorshavn. Sluppin verður hetta vikuskiftið matstova, boðar G! frá.

 

- Ímynda tær síðani at vera rógvin í árabáti út á eitt vakurt skip, ið liggur fyri akker útfyri, og síðani at fáa borðreitt eina góðmetis matskrá frá nøkrum av bestu kokkum í landinum. Hetta ljóðar sjálvsamt. Men tað er júst hetta, sum verður eitt av nýggju tiltøkunum á G! Festival, sum byrjar í næstu viku, boðar G! frá í dag.

 

Tá bjóða kokkarnir á Áarstovu umborð á Thorshavn til borðs. Tú verður rógvin í árabáti av sandinum út á skipið, har fiskasúpan, Áarstovubógvur og rabarbutrifla standa á matskránni. Afturvið kanst tú velja ímillum vín, bjór, vatn ella sodavatn. Eftir døgurðan er “eftir døgurða barrin” umborð opin. G! Festival byrjar hósdagin 18. juli og heldur fram fríggjadagin 19. og leygardagin 20. juli.

 

Matstovan umborð er opin fríggdagin og leygardagin á G!

 

Les meira um G! á www.gfestival.fo