Múrurin tykist tungur at syfta

Í 2001 varð ein ”skjóttarbeiðandi” nevnd sett at koma við uppskoti um, hvussu Múrurin í Kirkjubø skuldi varðveitast. Nevndin kann ikki sigast at hava arbeitt serliga skjótt, tí í dag - seks ár seinni – er álitið enn ikki lagt fram. Formaðurin í nevndini sigur tað vera tyngsta nevndararbeiði, hann hevur verið við til.

Aftaná nógva togtogan í fleiri ár um, hvat skuldi gerast við Kirkjubømúrin, setti táverandi landstýrismaður í mentamálum, Torbjørn Jacobsen í juni 2001 eina sokallaða ”skjóttarbeiðandi” Múrnevnd, sum skuldi koma við tilmæli um varðveitingartiltøk viðvíkjadi Múrinum í Kirkjubø.

Í september 2002 legði nevndin eitt ávegis tilmæli fram fyri Annlis Bjarkhamar, sum tá var landstýriskvinna í mentamálum. Seks ár eru nú liðin, síðani nevndin varð sett, men enn er endaliga tilmælið frá Múrnevndini ikki lagt fram.

Formaður í nevndini, Petur F. Zachariassen, væntar at tilmælið verður klárt at leggja fram seinni í summar. Men hann viðgongur, at arbeiði hevur gingið óvanliga striltið.

- Hetta er eitt tað tyngsta nevndararbeiði, eg havi verið við til, sigur hann. Í nevndini sita bæði umboð fyri myndugleikar, sum ynskja at varðveita og friða, og onnur, sum ynskja, at Múrurin møguliga skal kunna umvælast til eitthvørt endamál.

- Eg haldi, at fornfrøðingar hava rætt í, at Múrurin má varðveitast sum

so, men tað hevur víst seg at vera torført at finna fram til, hvussu restaurering

og varðveitsla skulu skipast.

Múrnevndin hevur tikið støði í teim tilmælum, sum arbeiðsbólkur í Forminnissavninum kom við í 1997. Hesin arbeiðsbólkur hevði eisini brúkt drúgva tíð, tí hann hevði arbeitt síðani 1986.

Símun V. Arge, deildarleiðari á fornfrøðideildini á Føroya Fornminnissavni, hevur verið við í allari tilgongdini og hevur eisini útgivið tilfar um Múrin. Hann greiðir frá, at høvðusendamálið alla tíðina hevur verið at varðveita Múrin so órørdan sum møguligt. Hetta er í samsvar við fakligar etiskar leiðreglur í altjóða konventiónum við atliti at varðveiting av ruinum og kann hetta fara at fáa týdning fyri møguleikarnar at koma við á World Heritage listan.

- Múrurin er eitt jarðfest fornminni og er tí automatiskt friðaður. Hetta forminnið er unikt, og tí má tað sum partur av Heimsarvinum varðveitast so upprunaligt sum til ber. Í 1997 legði Forminnissavnið fram eina verkætlan, men politikkur kom í málið. Landsstýrismaðurin tók málið til sín, og har hevur málið ligið síðani. Fornminnissavnið hevur tó áhaldandi arbeitt miðvíst við varðveitingararbeiðinum.

Símun V. Arge er samdur við Petur Zachariassen um, at nevndararbeiðið hjá Múrnevndini er komið væl ávegis.

 

Uppfylging av ávegis áliti

Í ávegis tilmælinum, sum nevndin handaði landstýrismanninum í 2002, varð mælt til at byggja veðurverju um Múrin. Hesar veðurverjur vórðu, sambært Símun V. Arge, uppsettar eftir løgdu tíðarætlanini. Rannsóknarpallar vóru eisini uppsettir, men hesir hava ikki verið brúktir, og ætlaðu kanningarnar komu ikki í gongd beinanvegin, sigur Símun V. Arge.

- Seinastu tvey árini eru kanningar regluliga gjørdar av múrinum. Veðurverjan er sett upp fyri at forða niðurbrótandi árinunum og niðubróting, og mátingar, sum gjørdar verða í løtuni, geva okkum møguleika at innsavna data av ymiskum slagi, so sum, hvussu uppturkingin inni í múrunum fer fram, um vætu, hita og saltviðurskifti, sigur Símun V. Arge, sum væntar at núverandi kanningar verða lidnar um eini tvey ár.

- Núverandi tildekkingin er bara fyribils. Tað besta hevði verið, at fingið eina endaliga loysn, har Múrurin framhaldandi kann vera so upprunaligur og sjónligur sum møguligt. Men vit mugu kanna múrin, so vit vita hvørjar avleiðingarnar av endaligu verjutiltøkunum kunnu fara at verða, eitt nú um hann verður innilokaður.

- Í Hamar í Noregi valdu tey at seta leivdirnar av dómkirkjuni undir glas, men ein tílík loysn skapar nýggjar spurningar, til dømis eitt nýtt inniklima. Og tí má vitanin vera komin upp á pláss fyrst.

Sambært ávegis tilmælinum skuldi byggikønur antikvarur standa fyri dagliga arbeiðnum saman við konservatori. Og eftir tíðarætlanini í tilmælinum skal verjan takast niður aftur á sumri 2007. Eingin ábyrgdarpersónur varð settur tá, og Símun V. Arge sigur, at av tí at fleiri avbrot hava verið í arbeiðnum, eigur tíðarætlanin at endurskoðast.

Síðsta ávegis tilmæli frá Múrnevndini var, at kunningarátøk skuldu setast í verk fyri at styrkja áhugan fyri Múrinum millum vitjandi og í almenninginum yvirhøvur. Hetta skuldi millum annað gerast við skeltum á staðnum, einum faldara og eini heimasíðu um Múrin.

Petur Zachariassen sigur, at skeltið er sett upp við Múrin, og faldarin er so at siga klárur, men er ikki útkomin enn.

- Viðvíkjandi ætlaðu heimasíðuni vórðu ymsar fyrireikingar gjørdar í 2002-2003, m.a. við at skanna gamlar blaðgreinir og fáa annað tilfar til vega. Men síðani hevur orka ikki verið sett av til arbeiðið at gera heimasíðuna klára at fara á netið, sigur Petur Zachariassen.

Í ávegis álitinum varð eisini sagt, at ein arkitektakapping skuldi fyriskipast, sum so skuldi finna fram til ”eina varandi loysn á varðveitingarspurninginum”. Henda kapping skuldi útskrivast á heysti 2005 og enda á vári 2006.

Sambært Símun V. Arge er tíðin enn ikki búgvin til hesa kapping, tí kanningararbeiðini mugu fyrst gerast liðug.