Mærsk stjórar fingu gylt lógvatak

150 milliónir krónur. So nógv kostaði tað AP Møller-Mærsk í fjør, fyri at uppsiga fýra leiðandi starvsfólk.

 

Tað skrivar shippingwatch.dk í dag.

 

Talan eru um Niels Smedegaard, stjóri í Mærsk Gruppen, fíggjarstjóri Trond Westlie, Jakob Thomaen, stjórin í Mærsk Oil og Kim Fejfer, stjóri í APM Terminals.

 

Teir fýra fingu tilsamans 150 milliónir í fráfaringarløn, ella góðar 38 milliónir í part. Tað framgongur av roknskapinum hjá felagnum.

 

Teir mistu allir starvið í samband við at felagið skifti strategi í fjør. Felagið umlegði aktivitetin at verða meira rættaður á farmaflutning, tí felagið misti nógvan pening á oljuvinnuna. Lági oljuprísurin og færri sáttmálar høvdu millum annað við sær, at nógv skip í Mærsk Supply Service blivu løgd.