Danska stórfyritøkan A.P. Møller-Mærsk hevði 11,7 milliardir krónur í avlopi fyri skatt í triðja ársdjórðingi. Eftir skatt er avlopið 5,6 milliarsir krónur. Tað kunngjørdi felagið í morgun.
Hóast avlopið er stórt í pengum, er úrslitið ikki rættiliga so gott, sum danskir greinarar høvdu væntað. Sambært Ritzau Finans væntaðu greinararnir, at avlopið bleiv 6,4 milliardir krónur eftir skatt.
Mærsk væntar, at ársúrslitið verður 3,7 milliardir dollarar ímóti 3,4 milliardum dollarum í fjør. Av hesum koma ætlandi knappar tvær milliardir dollarar frá oljudeildini hjá felagnum. Tað er á leið tað sama sum í fjør.