Leiðslan á einum Mærsk-oljupalli í Norðsjónum legði trýst á manningina á pallinum fyri at fáa hana at fuska við royndunum, sum skuldu vísa, hvussu nógva eitrandi olju pallurin slepti út í sjógvin. Tað skrivar Politiken í dag.
Blaðið byggir greinina á eina loyniliga bandupptøku umframt samrøður við starvsfólk hjá Mærsk. Á bandupptøkuni leggur tann ovasti leiðarin á pallinum beinleiðis trýst á ein av manningini við boðum um at taka fleiri royndir enn ásett. Samstundis fær hann boð um at bera so í bandi, at Umhvørvisstýrið fær bara úrslitið av teimum royndunum, sum vísa tað minsta oljuútlátið.
Avleiðingin av hesari mannagongdini er, at Mærsk gevur myndugleikunum eina misvísandi mynd av oljudálkingini.
Jakob Thomasen, sum er forstjóri í Mærsk Olie og Gas, sigur við Politiken, at hann kann als ikki góðtaka mannagongdina á pallinum. Hann sigur, at málið verður kannað alt fyri eitt.









