Í næstu viku tekur danska reiðaríið Mærsk Line siglingina til Libya uppaftur. Fyribils fara skip hjá felagnum bara at sigla til Benghazi, sum er høvuðsbýur har eysturi í landinum, men ein talsmaður fyri felagið sigur, at tað fer seinni at taka støðu til, um tað skal sigla til aðrar havnir eisini.
Í Benghazi og øðrum býum, sum uppreistrarmenninir hava ræðið á, eru viðurskiftini toliliga trygg, sigur talsmaðurin.
Libya stongdi í februar allar sínar havnir orsakað av tí politiska ófriðinum.