Mærsk-siglar fyrireika felag

- Tá ið tú siglir úti og kemur heimaftur, kann tað vera torført at koma innaftur í sosiala lívið uppi á landi, sigur Meinhard Jacobsen, ið er stigtakari til felagið, sum ætlandi verður stovnað á Føroya Sjómansskúla 3. juli

Mærsk-siglar

Leygardagin, 6. mars, var fundur í bygdarhúsinum á Strondum, har 23 fólk, sum sigla við Mærsk, vóru savnaði. Tað var Meinhard Jacobsen, sum býr í Kolbanagjógv, ið tók stig til at kalla Mærsk-siglar saman til fundar. Endamálið er at stovna eitt felag fyri hesi fólk, har tey kunnu savnast, taka ymisk mál upp og annars hugna sær saman.
Meinhard sigur, at honum kunnugt, hava ikki aðrir, sum sigla í uttanlandssigling, slík feløg í Føroyum.
- Í fyrsta lagi hugsa vit um at savna fólk saman í felag, sum sigla hjá Mærsk, men óhugsandi er ikki, at onnur í uttanlandssigling kunnu koma við í felagið seinni.
Meinhard sigur, at orsøkin til, at hann tók stig til fundin, er, at fólk í uttanlandssigling stundum kunnu hava torført við at koma innaftur í sosiala lívið uppi á landi.
- Hóast tøkni er umborð á skipinum til samskifti, er nógv, sum fer aftur við borðinum, tá ið tú ert burtur leingi. Tí helt eg, at tað hevði verið gott og gevandi fyri okkum, um vit høvdu eitt felag, har vit kunnu savnast til álvara og gaman.

Fyrireikingarbólkur

Á fundinum í bygdarhúsinum, sum byrjaði við kaffimunni og rundstykkjum og endaði við smyrjibreyði, varð settur ein fyrireikingarbólkur, sum fer at gera eitt uppskot til reglugerð fyri felagið, ið væntandi verður eitt áhugafelag ella frítíðarfelag.
- Vit hava fingið høllina á Føroya Sjómansskúla, har vit ætla at hava stovnandi aðalfundin, 3. juli.
Hann sigur, at á fundinum í bygdarhúsinum vóru fólk, sum starvast á flestu postum umborð á Mærsk-skipunum.
- Hetta var ein hugnaligur og gevandi fundur. Onkur helt, at kanska var tiltakið ikki nóg væl lýst, tí mett verður, at einir 200 føroyingar sigla við Mærsk-skipum.
Meinhard sigur, at flestu eru umborð eftir skipanini, sum rópt verður 1-1. Tað merkir, at teir eru somu tíð umborð, sum teir eru heima.
Sum skilst, eru fleiri úti einar tveir mánaðir og so heima í tveir. Tískil má roknast við, at umleið helmingurin av føroyingunum, sum sigla hjá Mærsk, eru burturstaddir.
Sjálvur hevur Meinhard Jacobsen siglt hálvt annað ár hjá Mærsk. Hann er fyrsti stýrimaður og hevur frammanundan siglt í uttanlandssigling hjá øðrum reiðaríum.
Saman við Søreni Poulsen, Bjarka Fjørdal og Andrasi Gregersen, er Meinhard við í fyrireikingarbólkinum.
Aðrir, sum eru við í bólkinum, men sum allir ikki eru heima, eru Karlot Hergeirsson, Jónsvein Berg, Jón E. Simonsen og Thomas Lambastein.
Fyrireikingarbólkurin hevur havt sín fyrsta fund, og ætlanin er, at bólkurin skal savnast einaferð um vikuna skiftandi millum nevndarlimirnar ? fram til stovnandi aðalfundin fyrst í juli.