Danska stórfyritøkan A.P. Møller-Mærsk hevði tríggjar milliardir krónur í halli fyrra hálvár, og tað er ein sera stór broyting samanborið við sama tíðarskeið í fjør, sum gav 11,9 milliardir krónur í avlopi.
Um orsøkina sigur leiðslan, at marknaðurin fyri bingjuflutningi er farin í botn við tí úrsliti, at Maersk Line hevði 5,3 milliardir krónur í halli fyrra hálvár.
Harafturímóti gav oljuvirksemið hjá felagnum knappar tríggjar milliardir krónur í avlopi. Tað er kortini nóg minni enn í fjør, tá tað tilsvarandi talið var 6,6 milliardir krónur, skrivar DR.










