Mærsk økir virksemið

Oljufelagið hjá stóru donsku fyritøkuni A.P.Møller, Mærsk Olie & Gas, hevur sett sær fyri at økja sítt virksemi.

Mærsk Olie & Gas seldi í fjør olju og gass fyri góðar 20 milliardir krónur, og avlopið var 5,6 milliardir krónur. Tað mesta stavar frá oljuleiðunum í Norðsjónum, men felagið fer nú at leggja størri dent á aðrar leiðir, sigur fíggjarstjórin, Eivind Kolding, við Politiken. Mærsk Olie 6 Gas er virkið í Qatar og Kasakhstan, og í Algeria arbeiðir felagið saman við tí amerikanska Andarenko. Eivind Kolding sigur, at felagið fer møguliga at yvirtaka nýggjar leiðir ella at keypa seg inn í verandi leiðir.

Roknskapurin hjá Mærsk Olie & Gas vísir annars, at felagið hevur ikki fingið serliga nógv burtur úr tí góða oljuprísinum. Umsetningurin í fjør var bara eina milliard krónur størri enn í 2003, og vinningurin í fjør var tann sami sum árið fyri. Sambært donskum serfrøðingum kemst tað av, at danska felagið nýtir langtíðarsáttmálar og fær tí ikki fullan ágóða av hækkandi oljuprísinum.