Mærsk ikki ráð at hava føroyskar og danskar yvirmenn

Danski handilsflotin hevur tað ringt í kreppuni. Inntøkan í ár er ein triðing minni enn í fjør, og tað fær nú A.P. Møller Mærsk til at koyra danskar yvirmenn av bingjuskipunum og at lata asiatiskar yvirmenn loysa teir av. Teir føroysku yvirmenninir, sum sigla við Mærsk, verða taldir saman við teimum donsku

-Ein dimmur dagur fyri danska sjóvinnu og ein dyggur smeitur fyri yvirmenninar umborð á bingjuskipunum hjá Mærsk.

Tað var niðurstøðan hjá formanninum í danska navigatørfelagnum Søfartens Ledere, eftir at leiðslan í tí kenda reiðarínum hevði boðað frá, at 170 danskir yvirmenn skulu í land, og at asiatiar skulu umborð ístaðin fyri. Teir donsku/føroysku yvirmenninir verða ikki koyrdir í land beinleiðis, men fáa tilboð um eina sokallaða fráfaringarskipan, sum reiðaríið væntar, at teir flestu fara at taka av. Í fyrsta umfari er talan um yngri yvirmenn, meðan teir eldru og meiri royndu verða verandi í reiðarinum.

Grundgevingin fyri avgerðini hjá reiðaríleiðsluni er tann einfalda, at teir donsku/føroysku yvirmenninir eru ov dýrir at hava umborð samanborið við teir asiatisku. Í sjónvarpinum í gjárkvøldið varð nevnt, at talan kann vera um helvtarmun. Søfartens Ledere ásannar eisini, at Mærsk kann spara einar 33 milliónir krónur um árið við at koyra asiatiskar yvirmenn umborð ístaðin fyri teir 170 donsku, men felagið heldur ikki, at hetta er alt roknistykkið.

-Í mínum oyrum eru boðini, at sum frá líður verða eingir danir umborð á bingjuskipunum hjá Mærsk. Avgerðin fer eisini at hava við sær, at tað verður vónleyst at fáa fólk til sjóvinnuna í framtíðini, sigur Peer Bøje Brandenborg við danska kringvarpið. Tey ungu hava longu gjørt vart við sína misnøgd. Í dag vóru næmingarnir á sjóvinnuskúlanum í Marstal í verkfalli fyri at vísa sína misnøgd við avgerðina hjá Mærsk.

??Tað einasta rætta

Ikki heilt óvæntað fær avgerðin hjá leiðsluni í A.P. Møller Mærsk undirtøku frá Lene Espersen, búskapar- og vinnumálaráðharra. Felagið ger tað einasta rætta, sigur hon.

-Tá inntøkan hjá einari fyritøku minkar so nógv sum í hesum førinum, eigur leiðslan at taka neyðug stig. Tað er umráðandi, at fyritøkan lagar seg eftir kreppustøðuni, soleiðis at hon stendur klár, tá búskapurin fer at venda. Hetta er eisini galdandi fyri reiðaríini, sigur Lene Espersen í einari skrivligari viðmerking til avgerðina hjá Mærsk.

Ráðharrin leggur dent á, at tað er umráðandi, at skip hjá donskum reiðaríum sigla undir donskum flaggi. Tí fer hon ikki at pilka við DIS-skipanina, sum sambært ráðharranum er ein týðandi trygdarkarmur hjá teirri donsku sjóvinnuni.

Lene Espersen sigur, at hon fer at biðja Sjóferðslustýrið seta seg í samband við navigatørfelagið og maskinmeistarafelagið fyri at vita, um teir yvirmenninir, sum skulu í land, fáa tørv á eftirútbúgving.

 

Mist 60 milliardir

Bingjudeildin hjá A.P. Møller Mærsk hevði næstan seks milliardir krónur í halli fyrra hálvár, men tað er ikki bara hetta felagið, sum líður undir kreppuni. Í danska reiðarafelagnum siga tey, at inntøkurnar hjá reiðaríunum verða einar 130 milliardir krónur í ár, og tað er næstan ein triðing minni enn í fjør.

Tey donsku reiðaríini eru í kapping við reiðarí í Fjareystri, sum fáa munandi størri almennan stuðul enn teirra kappingarnmeytar í Evropa. Í Fraklandi og Týsklandi hava politikararnir tosað um at veita reiðaríunum almennan stuðul, men tey donsku ætla sær ikki at biðja tað almenna um hjálp, sigur varastjóirin i reiðarafelagnum, Jan Fritz Hansen, við DR. ??Hann sigur, at avgerðin hjá A.P. Møller Mærsk at koyra 170 danskar/føroyskar yvirmenn í land fyri at spara pengar vísir, hvussu meint kreppan hevur rakt tey donsku reiðaríini.

-Tann stóra afturgongdin ger, at A.P. Møller Mærsk og hini reiðaríini eru farin við tættkambinum at leita eftir hvørjum einasta møguleika at spara, sigur Jan Fritz Hansen.

 

 

 

 

FAKTA

236 føroyingar, sum búgva í Føroyum, sigla sum navigatørar ella maskinmeistarar við skipum hjá Mærsk. Harafturat eru 24 føroyingar, sum búgva í Danmark, og tríggir búgva í øðrum londum.