Mærsk hall av bingjuflutningi

A.P. Møller - Mærsk kunngjørdi í morgun roknskapin fyri triðja ársfjórðing, og úrslitið var munandi verri, enn greinararnir høvdu væntað. Teir høvdu mett, at fyritøkan hevði góðar 2,4 milliardir krónur í avlopi í juli-ársfjórðingi, men tað rætta talið bleiv nakað oman fyri 1,6 milliard krónur.

Tað er serliga bingjudeildin Maersk Line, sum dregur avlopið niður. Í triðja ársfjórðingi hevði Maersk Line næstan 1,6 milliard krónur í halli, og tað var eisini meiri, enn greinararnir høvdu mett frammanundan.

Leiðslan í A.P. Møller - Mærsk sigur, at nettoavlopið hjá fyritøkuni í ár verður millum 3,1 og 3,5 milliardir dollarar.