Danska reiðaríið A.P. Møller Mærsk hevur biðið suðurkoreonsku skipasmiðjuna Daewoo byggja tíggju bingjuskip, sum fara at kosta eina milliard krónur hvørt. Skipini skulu latast danska felagnum í 2014 og 2015. Tey taka 18.000 20-føtur bingjur og verða heimsins størstu. Tey størstu bingjuskipini, sum Mærsk nú hevur, taka 15.550 20-føtur bingjur.
Hetta er annar sáttmálin, sum Mærsk ger við Daewoo í ár. Fyrru ferð bílegði felagið 10 skip, sum verða latin í 2013 og 2014.
Mærsk sigur í tíðindaskrivi í morgun, at bingjuflutningurin millum Asia og Evropa fer at veksa millum fimm og átta prosent tey næstu fýra árini, og at endamálið við teimum nýggju skipunum er at nøkta tørvin og at varðveita marknaðarpartin.