Hóast A.P.Møller-Mærsk hevði søguliga stórt hall í fjør, ætlar felagið at brúka fleiri milliardir krónur til íløgur í eitt nú nýggjar oljuleiðir. Tað sigur stjórin, Nils Smedegaard Andersen, við Berlingske Tidende.
Millum annað er ætlanin at gera stórar íløgur í oljuleiðir í Brasil, Angola og Meksikanska Flógvanum, og málið er at tryggja felagnum oljuvirksemi, tá keldurnar í Norðsjónum fara at torna upp um nøkur fá ár.
Tað fer eisini at ávirka ríkiskassan, at A.P.Møller-Mærsk flytir oljuvirksemið til onnur lond, tí oljan í Norðsjónum gevur ríkiskassanum nógvar milliardir krónur um árið.