Tann 23. maj í 2006 flutti fyrsta búfólkið inn á Ellis- og Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi. Sostatt hevur heimið í hesum døgum 10 ár á baki. Dagurin verður hátíðarhildin á Mørkini við eini almennari móttøku á sjálvum 10 ára degnum, mánadagin 23. mai frá klokkan 15 til 17.
Tað vóru Hósvíkar-, Hvalvíkar-, Saksunar-, Haldarsvíkar-, Sunda- og Gjáar kommuna (sum í dag eru ein kommuna), ið upprunaliga tóku stig til at fáa heimið bygt.
- Løgtingið játtaði stuðul á 0,5 miljónir krónur fyri hvørt búpláss, sum vóru 32 tilsamans, svarandi til tilsamans 16 miljónir krónur. Kommunurnar átóku sær at fíggja restkostnaðin, og samlaði kostnaðurin av byggingini var tilsamans umleið 38 miljónir krónur.
Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu verður víst á, at eftir at eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita hin pr. 1. januar 2015, er heimið vorðið partur av samstarvinum ímillum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Samstarvið hjá hesum kommunum virkar í dag undir navninum Heimatænastan í VEKS.
- Heimið hevur havt ein týðandi lut í menningini av tænastustøðinum til eldru borgararnar í økinum. Í hesum 10-ára skeiði hava einir 90 borgarar havt fast búpláss á heiminum, og talið av borgarum, sum hava verið inni til umlætting, liggur oman fyri 400, sigur VEKS á heimasíðuni hjá Sunda kommunu í dag.
Heimatænastan VEKS leggur aftrat, at tað hevði glett tey at hitt borgarar, verandi og fyrrverandi avvarandi, verandi og fyrrverandi starvsfólk og annars øll, sum hava áhuga innan eldraøkið.