Mørkøre til FC Hoyvík

Allan Mørkøre, sum var fyribilsvenjari hjá B36 í seinnu kappingarhálvu í fjør, er farin aftur í fótbóltsskógvarnar. 39 ára gamli klaksvíkingurin venur við FC Hoyvík, sum skal spæla í næstbestu deildini.
Umframt Allan Mørkøre, eru Jan Guttesen og Jákup Martin Joensen við í fyrireikingunum hjá hoyvíkingum. FC Hoyvík endaði nummar sjey í 2010. Jan Mølvad Laursen er venjari í ár.