Ein føroyingur er í býrættinum í Herning dømdur dagbøtur og at rinda tveimum føroyingum endurgjald fyri at hava sett nøvn teirra á ein lista yvir barnalokkarar í Føroyum. Hvørgin teirra er dømdur fyri siðamisbrot ella blygdanarskemd av nøkrum slag.
Fyri lítlum ári síðani stovnaði ein føroyingur ein bólk á Facebook, sum rættiliga skjótt fekk bæði vind í seglini, men eisini nakað av mótstøðu.
Endamálið við bólkinum var at verja børnini, segði stovnarin, og partur av innihaldinum í bólkinum var ein listi yvir fólk, sum vóru kallaði barnalokkarar. Onkur teirra vóru dømd, aðrar ákærur sleptar, tí málini móti teimum vóru fyrnað, meðan upp aftur onnur høvdu orð á sær at vera barnalokkarar, tó uttan at tey nakrantíð vóru dømd.
Tveir av monnunum á umstrídda listanum løgdu sak móti umsitaranum av bólkinum. Teir vildu vera við, at teir ikki vóru barnalokkarar, og at teir ei heldur vóru dømdir fyri tað.
Teir vildu hava mannin dømdan fyri ærumeiðing, at skuldsetingarnar móti teimum vóru dømdar deyðar at vera, at dómurin móti manninum varð kunngjørdur í teimum báðum stóru bløðunum í Føroyum, og at maðurin skuldi rinda teimum 200.000 krónur í endurgjaldi hvør.
Maðurin noktaði seg sekan í ákæruni, men bleiv kortini dømdur. Hann hevur fingið nakrar dagbøtur í bót, rætturin upplýsir ikki hvussu nógvar, umframt at hann skal rinda teimum báðum monnunum 50.000 krónur í endurgjaldi hvør. Menninir fingu ikki viðhald í restini av krøvunum.