Rúna Sivertsen vaks upp sum fólkafloksfólk. Foreldrini vóru í Fólkaflokkinu, og tað var undanfarna ætarlið eisini.
Í 2007 tók Rúna Sivertsen ta fyri seg stóru avgerðina at melda seg úr Fólkaflokkinum og fara upp í Sjálvstýrisflokkin.
Rúna Sivertsen varð í 2004 sett uttan fyri landsstjórnina hjá Fólkaflokkinum, og við Sosialin 12. ugust 2007 segði hon m.a. soleiðis um tað:
- Formella grundgevingin var, at eg ikki longur búði í økinum. Men eg
varð ikki eftirspurd og fekk heldur ikki møgleikan at stilla nakran
annan upp fyri meg, sigur Rúna Sivertsen og leggur afturat, at hon
líka síðani stórt sæð ikki hevur havt møguleika at arbeiða politiskt
innan flokkin.
Hon sigur, at tað var hart at taka avgerðina, men hon sá sær ikki annan møguleika, tí í flokkinum hendi nógv, sum hon ikki kundi taka undir við.
Ikki biðin at koma aftur
Eingin í Fólkaflokkinum royndi at fáa hana at koma aftur í flokkin.
Hon hevði ongar trupulleikar av at skifta flokk. Fleiri harmaðust, men hon fekk ongar veruligar ábreiðslur. Eingin vinfólk vendu henni bakið. Pápin harmaðist, men var stillari hjá henni við næsta val.
Fólkaflokkurin visti væl, at Rúna Sivertsen fór at taka nakrar atkvøður við sær, og ti var ein ungur systursonur hennara stillaður upp. Teirra millum hevur ongantíð verið nakað galið av tí orsøk.
Rúna Sivertsen sigur, at hon frá fyrsta degi kendi seg vælkomna í Sjálvstýrisflokkinum.
Hon heldur ikki, at reglan um altíð at vera í sama flokki framvegis er galdandi.
- Tað er upp á sama máta sum í ítrótti, at spælarar skifta lið.
Annars heldur hon ikki tann stóra munin vera m illum stevnuskráirnar hjá flokkinum, men hon kundi tó aldrin arið upp i ein sosialistiskan flokk ella ein sambandskan.
- Eg helt meg ikki longur hava nakra ávirkan í Fólkaflokkinum, men eg hevði orku til at vera virkin í politikki. Í Fólkaflokkinum fekk eg einki gjørt, varð koyrd føst, og tí fann eg bar ein betri pall at standa á, sigur Rúna Sivertsen.