– Tað er eitt sindur løgið við hesum ársins tiltøkunum, men mær dámar væl at mann setur fokus á leiðslu sum arbeiðsamboð, sigur Christian Nagata, stjóri hjá Nema-samtakinum, ið varð valdur Ársins Leiðari í 2008.
Orsøkin til, at hann fegnast um serliga fakliga partin av einum tiltaki, sum “Leiðaradagurin”, er at hann manglar í Føroyum.
– Fyri at menna føroyskt vinnulív og leiðslu sum heild, er neyðugt at hoyra, hvussu onnur gera og hvussu tey gera í øðrum londum, og tað er tí hesin partur, sum eg fegnist um í sambandi við slík tiltøk. At mann so verður valdur til Ársins Leiðara, hevur samanborið við fakliga partin, ikki so nógv upp á seg, sigur Christian Nagata.
Fokusera í ringum tíðum
Sjálvt um tað bara er eitt ár síðani Christian Nagata var valdur til Ársins Leiðari, eru tíðirnar nógv broyttar. Tað er kanska ikki for nógv at siga, at tíðirnar eru nógv verri í dag enn fyri 12 mánaðum síðani, men tá tað snýr seg um leiðslu, verður mann noyddur at taka øll tíðarskeið við, sigur Christian Nagata.
– At leiða eina fyritøku, merkir at tú skalt leiða hana í skiftandi tíðum, og tí má ein góður leiðari hava tey amboð, sum skulu til fyri at leiða bæði tá tað gongur framá og afturá, sigur hann.
Heilt ítøkiliga er sjálvsagt munur á, hvussu arbeiðið verður skipað í teimum ymsu tíðarskeiðunum. Í góðum tíðum snýr ta seg um at ekspandera, meðan tað snýr seg um at konsolidera í ringum tíðum, heldur Christian Nagata.
– Tú kanst harafturat siga, at tær ringu tíðirnar noyða leiðslurnar at fokusera internt – hyggja allar mannagongdir eftir í seyminum og koma við uppskotum til, hvussu arbeiðið kann gerast uppaftur betri. Hetta arbeiðið hevur lætt við at liggja eftir, tá tíðirnar eru góðar, og hjólini mæla skjótt, sigur stjórin.
----------
FAKTA
Grundgevingar fyri at velja Christian Nagata til Ársins leiðari 2008:
Christian hugsar nýtt og ótradisjonelt. Jantelógin er eitt ókent fyribrigdi hjá honum og hann dugir væl at hava “fleiri bóltar í luftini” í senn.