Mær dámar væl at hjálpa

Gertrud Váðklett fekk annað blómutyssið frá sjónvarpslæknanum. Ikki færri enn tíggju uppskot komu inn um, at hon skuldi fáa blómutyssið. Sjálv var hon púra bilsin av heiðrinum

Viðareiði:
Tá sjónvarpslæknin var liðugur við sín fyrilestur, var stundin komin til at handa blómutyssið. Hann byrjaði at lesa grundgevingarnar upp.
? Tað er ein kvinna, sum vit hava fingið ótrúliga nógv uppskot um. Hon er altíð tilreiðar við eini hjálpandi hond, har tað stendur á og tørvur er á stuðuli og hjálp. Tá deyðsføll hava verið orsakað av sjúku ella vanlukku hevur hon verið ein hollur stuðul hjá teimum avvarðandi upp á allar mátar. Við einum alt ov lágum blóðprosenti fer hon upp úr songini fyri at hjálpa, tá vit onnur høvdu verið verandi seingjarliggjandi. Ein fantastisk kvinna, og ongin er sum hon, segði sjónvarpslæknin millum annað, tá hann las grundgevingarnar fyri, hví hon skuldi fáa blómutyssið.
Heldur aftarlaga í salinum sat ein blóðreyð Gertrud Váðklett, tá læknin segði hennara navn og bað hana koma upp at taka ímóti blómutyssinum.

Hjálpir avvarðandi
Gertrud sjálv visti ikki av nøkrum, tá hennara navn varð rópt. Men ábendingarnar gjørdu skjótt sítt til, at hon visti, at tað var hon.
? Serliga tá hann nevndi blóðprosentið, tá byrjaði eg at blíva eitt sindur heit, sigur Gertrud, sum er sera fegin um blómutyssið.
Hetta verður eitt av teimum heilt serligu blómutyssunum hjá henni, tí tað er enn ein staðfesting um, at tað, sum hon roynir at gera, verður virt.
? Mær dámar væl at hjálpa. Sjálv arbeiði eg ikki, so eg royni at gera mítt á onkran annan hátt, sigur Gertrud.
Millum annað fylgdi Gertrud sjúku vinkonu sínari gjøgnum alla sjúkraleguna, frá at sjúkan varð staðfest til hon andaði út fyri seinastu ferð. Eisini hevur hon hjálpt fleiri øðrum, har sjúka ella deyði hevur ávirkað familjuna.
? At hjálpa hevur so sanniliga eisini givið mær nakað gott. Eg havi sjálv lært nógv av tí, sigur Gertrud Váðklett, sum sunnukvøldið kundi fara heim við einum blómutyssi, sum tíggju fólk høvdu skotið hana upp til at fáa og einum kekki á 2.000 krónur frá Norðoya Sparikassa.