Mær dámar væl at berjast fyri at koma víðari

Anna Nygaard
Gjørdist nummar 5 í X-Factor 2010

Hvussu minnist tú aftur á tíðina í X-Factor?

- Eg minnist aftur á tað sum eina fantastiska uppliving, sum eg helst ikki fari at uppliva aftur. Hvør vika var ótrúliga spennandi og lærurík, og eg eri eisini glað um at hava fingið so nógvar góðar vinir burturúr

Hevur tú fingið nógv burturúr tínari karrieru eftir kappingina?

- Ja, eg útgav eina fløgu næstan beint aftaná X-Factor, og hon hevur givið mær møguleikan at framføra fyri fólkum í øllum Danmark. Eg havi hitt fleiri av teimum dugnaligastu fólkunum innan tónleikavinnuna, sum eru fantastisk at arbeiða saman við.


Átti tú at fingið meira burturúr?

- Eg veit ikki, um eg átti at fingið meira burturúr. Eg gjørdist nr 5 í kappingini og hevði helst ikki væntað tað heilt stóra av mær sjálvari. Hinvegin dámar mær væl at føla, at eg skal berjast fyri at koma víðari, og at eg ikki bara fái alt.


Vilt tú viðmæla øðrum at melda seg til X-Factor?

- Eg vil í hvussu er ongantíð frámæla nøkrum at fara. Tað krevur øgiliga nógv av einum sálarliga at vera við í slíkari kapping, og tí skal ein hugsa seg væl um áðrenn. So skal ein nokk heldur ikki vænta, at alt verður ein dansur á rósum aftaná, tí fólk fara ikki bara at bjóða tær alt bara tí, at tú hevur verið við í einari talentkapping - tú mást berjast fyri


Hvussu nógvar stjørnur vilt tú geva X-Factor?

5. 5 av 6 stjørnum, tí at X Factor er ein fantastisk undirhaldsending, sum hevur givið mær nógvar royndir.