Mínir veljarar svíkja ikki

Av teimum 3.000-4.000 fólkafloksveljarunum, sum velja eftir konservativum og kristnum lívsvirðum, plagi eg at fáa mín part, sigur Óli Breckmann Ein av teimum, ið sambært veljarakanningini í Sosialinum fríggjadagin ikki kemur á ting aftur, er Óli Breckmann. Men sjálvur ivast hann í, hvussu eftirfarandi kanningin í veruleikanum er.

- Fólkafloksveljarar halda ikki nógvan gang, men fara stillisliga á val og stuðla Fólkaflokkinum. Í høvuðsstaðarøkinum búgva eini 1000-1500 borgarligir og sjálvstýrissinnaðir veljarar, og hesi fólkini plaga ikki at svíkja meg, sigur Óli Breckmann.

Hann vísir á, at tað altíð er tengd ein ávís óvissa at einari veljarakanning, og at hendan í Sosialinum fríggjadagin neyvan er nakað undantak. Somuleiðis vísir hann á, at hann fyri tveimum mánaðum síðani til fólkatingsvalið fekk út móti 500 atkvøðum í Suðurstreym og út við 800 atkvøður tilsamans. Og tí ivast hann stórliga í, um undirtøkan er minkað so nógv eftir tveimum mánaðum.

- Vit kenna hvørannan, og hava stuðlað hvønannan, mínir veljarar og eg. Teir sum veljarar, og eg sum tingmaður, sigur Óli Breckmann.

Hann vísir eisini á, at Fólkaflokkurin traditionelt stendur seg illa í veljarakanningum, og at hann sjálvur eisini plagar at fáa lítla undirtøku í hesum kanningum.

- Tað eru minst 3.000-4.000 fólkafloksveljarar, sum velja eftir einum konservativum, kristnum lívssjónarmiði, og har plagi eg at fáa mín part, sigur Óli Breckmann.

Hann leggur aftrat, at Fólkaflokkurin plagar at hava ein góðan endaspurt, sum togar flokkin væl upp á prosentstigalistanum, og soleiðis roknar hann eisini við, at tað fer at verða.