Eg fari altíð at minnast Eirik Gubba sum tann stuttligi gubbin hjá mær, ikki bara var hann eitt stórt smíl sum persónur, men eisini ótrúliga menniskjaligur og hjálpsamur fyri meg. Eg minnist tær løtur, ið vit høvdu heima í Syðradali, tá Eirik kom at vitja. Babba og Eirik snakkaði um cowboytíðina og gamlar tíðir fyri tað mesta, og inn í millum blivu nakrar vittigheitir fortaldar, og so minnist eg at babba fortaldi vittigheit, sum eg slett ikki skilti, men bara tað at Eirik flenti fekk meg at flenna. Eitt minnist eg eisini, tá ið eg fylgdist við døtrunum hjà Eiriki, trímenningarnir hjá mær Ronja og Astrid, tað var á ólavsøku og vit vóru akkurát farin heim til teirra. Vit fóru upp á í køkin teirra, og so knappligani hoyrir man ein mann syngja vakurt men grovmælt, og tað var sjálvfylgjandi Eirik gubbi og Laila, sum akkurát vóru komin aftur frá midnáttarsangi og sangin hevði tey bæði tikið við heim. Eirik spurdi meg um hvat eg ætlaði at verða, tá eg eina ferð verði stórur og eg svaraði bert at eg vildi verða okkurt sum eg dámdi at vera, tað helt Eirikur gubbi nógv um, at eg skuldi ikki verða nakað, ið eg ikki tímdi at vera.
Eg fari at minnast Eirik sum tann gubbin, ið altíð kundi síggja tað ljósa í teim myrkastu løtum, og tann, ið altíð kundi smíla í teim mest sorgarfullu løtum.
Hvíl í friði, góði Eirik gubbi.
Eg gloymi teg ongantíð.
----
Heilsa
Ára