Talan er um eina samanblanding av røddum til ymisku sangirnar, bæði sum solistar og bólkar. Sangúrvalið var sera blandað av bæði vælkendum føroyskum jólasangum, men eisini týddir norðurlendskir og amerikanskir sangir vóru við.
Á upptøkunum, sum vóru gjørdar í REMA-studio í Runavík luttólku einans føroyskir tónleikarar.
Tað hevur leingi verið ætlanin at geva hesa útgávu út aftur, og eftir fleiri staðiligar áheitanir í ár er nú endiliga tikin avgerð um, at so skal vera. Eitt heilt ættarlið er farið og økist familjan sjálvandi í báðar ættir, og vil hetta tí vera eitt kærkomið høvi hjá mongum familjum at ogna sær góðar jólasangir, nú jólahátíðin stundar til. Sangirnir og tónleikurin skapa serstakan jólahugna.
Fløgan verður at fáa á vanligum sølustøðum kring landið, mikudagin 9. desembur.