Nú stendur øllum føroyingum í boði at fáa sær ein talgildan “postkassa”. Í tíðindaskrivinum stendur “Nýggi talgildi postkassin letur upp fyri møguleikanum hjá tær at fáa øll brøv frá TAKS send til Mínboks, tín persónliga talgilda postkassa.” Eisini stendur: “Við Mínboks veitst tú altíð, hvar tíni skjøl eru.” Og hvørja ferð bræv kemur í “postkassan” hjá tær, koma eini boð við orðunum: “Tú hevur fingið nýggjan post í Mínboks.”
Sum sæst, háttar orðið “Mínboks” sær ikki málsliga, sum tað eigur. Orsøkin er tann, at Mínboks er sett saman av tveimum orðum; fyrra orðið er “mín” og seinna “boks”, og við at seta orðini saman ber ikki til at benda fyrra orðið, t.e. “til Mínaboks”, “við Míniboks” og “í Mínaboks”.
Hetta er eitt dømi um, at tvey orð verða samanskrivað fullkomiliga uttan fyrilit fyri føroysku bendingarskipanini. Á enskum hevði hetta borið til, og tí bendir hetta á, at navnasmiðirnir – tveir føroyskir stovnar – hava hugsað á útlendskum og ikki á føroyskum.
Minsta krav átti at verið, at nøvn, ið kunnu røkka út til nærum hvønn borgara í landinum, eru í samsvari við føroyskar málreglur og ikki gera seg inn á sjálva málskipanina.
“Boks” er heldur ikki gott føroyskt orð. Hetta snýr seg heldur um eina postsmogu, har ið hvør brúkari fær sín post, sum hann sjálvur fer eftir. Tí hevði borið til at nýtt orðið “Postsmogan” ella “Postklivin” í staðin fyri “Mínboks”, t.d. “tú hevur fingið nýggjan post í Postsmoguna”. Men tað eru nógvir møguleika, tí føroyskt er ikki so fátækt mál, at tað ikki ber til at finna hóskandi navn, ið kann bendast.
Tá ið nøvn skulu evnast til, ber til at leita sær ráðgeving. Á Málstovuni, tel. 312397, er møguligt hvønn gerandisdag at fáa ókeypis málsliga leiðbeining.