Á www.snar.fo verður sagt um mánafisk, at hann kann gerast upp í tríggjar metrar langur. Hetta er uppsjóvarfiskur, sum livur úr vatnskorpuni og í minsta lagi niður á 360 metra dýpi.
- Mánafiskur er gráligur ella brúnligur um bakið, um síðurnar er hann grábrúnur við silvurfarra og ljósum blettum. Hann er hvítligur undir búkinum, og fjaðrarnar eru dimmar.
Lagt verður aftrat, at mánafiskur er lutfalsliga stuttur, tunnvaksin og høgur. Ryggfjøðurin situr beint uppi yvir gotfjøðurini, og hesar báðar fjaðrarnar eru serliga høgar.
- Sterturin er allur afturkanturin á fiskinum, nakrir lappar, ið hanga aftur úr honum. Búkfjaðrar eru ongar. Mánafiskur hevur smáar uggafjaðrar og smá táknaop, lítlan kjaft og smá eygu.
Mánafiskur hevur ikki vinnuligan týdning. Hin størsti av slagnum, sum fólk vita um, var 3,1 metrar langur, og hesin vigaði 2235 kilo - ella heili 4.470 pund.










