Mánafiskur er stórur og rundbøllutur fiskur, sum vanliga heldur til í suðurhøvum, men sum á sumri eisini kann síggjast í føroyskum sjógvi.
Fiskurin er ikki vandamikil fyri fólk, men hann er forvitin og kann eitt nú amast uppi í kavarum.
Velduga stóri mánafiskurin á myndini er vorðin heimskendur, eftir at hann er skolaður upp á land har suðuri í Avstralia, og tveir fiskimenn funnu hann.
- Maðurin helt í fyrstani, at talan var um eitt skipsvrak, sigur Linette Grzelak við The Guardian Australia. Hon býr saman við øðrum av fiskimonnunum, sum funnur mánafiskin.
Mánafiskurin verður eitt nú í Noregi róptur klumpfiskur, og hann kann gerast meira enn tríggjar metrar langur.
Ralph Foster, sum er leiðari fyri fiskasavnið hjá South Australian Museums, sigur við ABC News Online at mánafiskur kann fara niður á fleiri hundrað metrar at leita sær føði.
- Vit vita ógvuliga lítið um mánafiskin, leggur Ralph Foster aftrat.
Sagt verður, at bretar rópa fiskin ”sunfish”, tí honum dámar at liggja í vatnskorpuni og sóla sær. Men, mánafiski dámar sambært Ralph Foster so sanniliga eisini tey stóru dýpini í suðurhøvum.