MánadagsMortan á fløgu

Týsdagin kemur nýggj barnafløga í handlarnar. Tað er fløgan um MánadagsMortan. Hetta eru yrkingar, sum Alexandur Kristiansen gav út í 1989. Jens Mortan Mortensen hevur smíðað løg til yrkingarnar og talan er um sera blandaðan tónleik. Tutl gevur fløguna út

Fyri stuttum kom út barnafløga við løgum til tekst eftir Alexandur Kristiansen. Nú kemur enn ein fløga, har løg eru sett til yrkingar hjá Alexanduri.

Føroyskum tónasmiðum dámar eftir øllum at døma væl yrkjaran í Fuglafirði og eru rættiliga farnir at smíða løg í alexan-dur.


MánadagsMortan

Í 1989 kom út bókin við yrkingum um MánadagsMortan. Bókin verður ikki uppafturprenta, men nú kemur hetta á fløgu, tí løg eru sett til yrkingarnar.

Tað er Jens Mortan Mortensen, ið hevur sett løg til. Sjálvur er hann ættaður úr Fuglafirði og búsitandi í Hvalba.

Hann er útbúgvin urguleikari og gjørdi løgini til yrkingarnar, beint eftir at bókin kom út.

Nú hevur hann fingið Gentukórið Yngra í Fuglafirði at syngja løgini. Frits Johannesen hevur vant løgini við kórinum.

Tað var eisini Frits Johannesen, ið myndprýddi bókina og myndir úr bókini eru nú eisini á fløguhúsanum.

Á fløguni leikar ein hópur av góðum tónleikarum. Heilir 14 eru teir í tali og ljóðførini eru sera blandað, eins og stílurin.Talan er um ljómborð, cello, kornett, klarinett, klokkuspæl, kontrabass, floytu, obo, spinett, violin, guitar, banjo og ein sangur hevur trummur við.

Eisini fleiri sangarar eru. 4 gentur syngja nøkur vers. Lina Olufson syngur, Vár Hansen syngur 3 sangir, Brandur Enni syngur 2 sangir, Rúni Brattaberg syngur 2 sangir og Maria Andersen syngur ein sang.,


Blandað

Jens Mortan Mortensen metir sjálvur, at talan er um sera blandaðan tónleik, har ein ikki hevur hoyrt alla fløguna, tá ein hevur hoyrt fyrsta sangin. 16 løg eru á fløguni.

Jens Mortan hevur búð í Danmark í mong ár og heldur hann seg vera ávirkaðan nógv av nýggjari donskum barnatónleiki og hann nevnir Halvdan Rasmussen.

Men kvæðini eru honum eisini í huga, eins og poppur og klassikur tónleikur.

Fløgan kemur út týsdagin og tað er Tutl, ið stendur fyri útgávuni.

Ætlanin er at skipa fyri tiltaki í samband við útgávudagin

Kartni Fornagarð hevur staðið fyri at taka upp