Eitt dømi, ið minnir um 1946:
Fyrst skal sigast, at hetta dømi bert minnir um fólkaatkvøðuna í ‘46 í prosent býtinum, men tað er jú eisini tað, ið tykist at viga mest hjá Jóhan Petersen.
Um eitt tingmál fær 16 atkvøður fyri, 15 ímóti og tvær eru blankar, so svarar tað til 48,5% fyri, 45,5% ímóti og 6% ógyldugar (blankar) atkvøður. Hetta úrslit hevði verið (og hevur eisini áður verið) góðtikið uttan himpr. Hvat verður sagt á tingsins røðarapalli ella úti í gongini er fullkomiliga líkamikið, og hevur onga ávirkan á úrslitið av atkvøðugreiðsluni á tingi.
At skilja demokratiskar mannagongdir:
Tað er sum um Jóhan Petersen ikki skilur siðvenjurnar innan altjóða demokratiskar mannagongdir – tað kann sjálvandi eisini vera tað, sum er keppurin í hansara hjóli. Tað mál, ið fær flest atkvøður, verður samtykt. Tað nýtist ikki at vera hægri enn eitt ávíst prosent tal av veljaraskaranum ella av atkvøðunum. Tað er einfalt soleiðis demokratiska valskipanin virkar. Hvussu rættvíst hetta er, er eitt heilt annað mál og kjakevni.
Ein politisk finta, ið sló bakk:
Fólkaatkvøðan var ein dana- og sambandsfinta. Teir væntaðu, at ein slík fólkaatkvøða við so greiðum, avgerandi og stirvnum valmøguleikum, og so álvarsamum og endaligum avleiðingum, fór at fáa mong loysingarfólk til at missa pippi og dirvi, og sostatt atkvøða ímóti loysingini, tí loysingarvongurin var slettis ikki fyrireikaður til hesa megnar broyting. Tískil vóru loysingarfólk hvørki politiskt ella mentalt klár til hesa stóru og týdningarmiklu avgerð. Hetta vistu danir eins væl og sambandsvongurin; men til teirra vónbrot og ótta varð hóast alt ein lítil meiriluti fyri loysing. Fintan riggaði ikki, og so kom óruddiliga og demokrati-háðandi uppruddingin. Um henda fólkaatkvøða var betur skipað og við longri skotbráði, og við brævaatkvøðunum úr Íslandi, so hevði meirilutin fyri loysingaruppskotinum óivað verið upp aftur størri – men tað fáa vit jú ongantíð at vita.