Mín partur skal ikki liggja eftir

– Eg eri hildin uttan fyri sigur Sonja Jógvansdóttir. Hon hevur eina ávísa treyt fyri at hjálpa samgonguni at fáa fíggjarlógina samtykta

– Eg eri púra hildin uttan fyri, men vil samgongan hava avtalu við meg fyri at fáa meiriluta fyri fíggjarlógini, skal mín partur ikki liggja eftir.

 

Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna uttanflokka. Nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, staðfestir hon, at hon er hildin púra uttan fyri viðgerðina í samgonguni. 

 

Og tað er hon, hóast hon hevur stuðlað samgonguni, og mangan hevur bjargað henni. Samgongan hevur nevniliga bara 16 tinglimir, men fyri at fáa mál samtykt, krevjast 17 atkvøður, og Sonja Jógvansdóttir hevur onkuntíð verið tann avgerðandi atkvøðan. 

 

Hon ivast í um samgongan hevur meiriluta fyri fíggjarlógini, men hon sigur, at annars er hon til reiðar at samráðast við samgonguna um at fíggjarlógina samtykta. 

 

Men hon hevur eina ávísa treyt fyri at taka undir við fíggjarlógini. Og tað er, at tiltøk verða sett í verk fyri at basa barnafátækadøminum, tí hon heldur, at samgongan kann ikki fara undir eitt ár afturat, uttan at hava eina miðvísa ætlan fyri at bara fátækadøminum hjá børnum.

 

So ger tað minni hjá Sonju Jógvansdóttir, hvussu nógv útreiðslurnar hækka, ella, hvussu stórt avlopið er. Hon heldur, at tað veldst um, hvat vit brúka pengarnar til, men skal tað vera, ræðist Sonja Jógvansdóttir heldur ikki fyri at krevja meir pengar inn í skatti. 

 

Í hesum sambandi kann nevnast, at hon hevur fyrr talað fyri at leggja hægri skatt á tær heilt høgu inntøkurnar. 

 

– Tað eru eini 1000 børn í Føroyum í fátækaváða, og tí verður neyðugt at taka tøk og at seta sær sum mál at avskaffa fátækadømið í Føroyum.

 

 

– Men kanska er samgongan ikki áhugað í at gera semju við meg, men vil heldur leita sær onkra staðni longur til høgru í Løgtinginum fyri at fáa fíggjarlógina samtykta, heldur Sonja Jógvansdóttir fyri.