- Mín leiklutur fer at minka

69 ára gamli Osmund Justinussen hevur verið reiðari í samfull 40 ár, og nú yngri og dugnaligar kreftir hava tikið yvir, samstundis sum felagið er farið at gera stórar íløgur í supply-vinnuna, væntar hann, at hansara leiklutur sum reiðari fer at minka. - Tað er eitt rættiligt tómrúm, nú Stjørnan og Polarhav eru seldar. Alt her á jørð er farandi. Vit hava áður selt skip, og eisini tá kendi eg á mær sorgblídni. Ivaleyst fari eg at venja meg við hetta eisini, sigur maðurin, sum hevur verið reiðari á tilsamans 35 skipum og bátum.

Eftir at Norðoya Íløgufelag herfyri keypti ísfiskatrolararnar, Stjørnuna og Polarhav og 25% av Tavuni í Leirvík, sum er parturin, ið Osmund Justinussen átti, spyrja fólk, hvørjar ætlanir hann og sonurin, Tummas Justinussen, hava, nú teir eru farnir at selja burtur av fiskiskipa-og virkisvinnuni í Leirvík.

- Jú, fleiri hava spurt, hví vit hava selt Stjørnuna og Polarhav, og fólk hava eisini spurt, hvat vit nú ætla. Men sama samdøgur, sum vit seldu ísfiskatrolararnar, keyptu vit saman við Jónsveini Knudsen og Peturi Mohr ognirnar hjá Kjartani Joensen, sum eru fiskavirki og trý skip, útróðrarbáturin Høvnin og trolbátarnir, Birtingur og Norðleivur. Vit hava eisini rækjutrolaran, Havborg, sum fiskar í Ný Foundlandi.

Osmund Justinussen sigur, at sølan av Stjørnuni og Polarhavi er ein ávís flytan úr fiskivinnu yvir í oljuvinnu, har teir frammanundan hava supply-skipið, Eldborg, sum kom í juni mánað 2009.

- Nú vóna vit, at ísfiskatrolararnir fara at roynast nýggju eigarunum líka hollir, sum teir hava roynst okkum. Vit vita, at tað eru stak góðar og dugnaligar manningar, sum nú hava fingið høvi at halda fram við hesum skipum. Onkur hevur siglt hjá okkum í út við 40 ár ? og nakrir í meiri enn 30 ár, sigur Osmund Justinussen, sum væntar, at hansara leiklutur sum reiðari nú fer at minka.