Hvørt ár plagar ólavsøkan at byrja við einum deiligum døgurða hjá pápa á Eiði. Síðani plagar leiðin at ganga til Havnar við vinfólki, har vit njóta steminingin og heilsa uppá onnur vinfólk, sigur Angajo Olina Eidesgaard, sum hevur sent okkum eina ólavsøkuheilsu.
- Men seinnu árini hevur ólavsøkan verið nakað ørvísi. 28. juli er nú ikki bert ólavsøkuaftan, men eisini tann dagurin, har sjeikurin segði: ''eg elski teg'' fyri fyrstu ferð. Tann dagurin, har hann vildi, at øll skuldu vita, at vit vóru par. Sjálvt um vit høvdu verið væl leingi, tordu vit ongantíð at siga tað alment. Ólavsøkuaftan er nú tann dagurin, har vit hava ársdag, og dagurin har sjeikurin segði tey stóru orðini fyrstu ferð. Fyrstu ferð uttan fyri Tinghúsið í mjørkanum, millum túsund onnur.
28. juli er ikki bert tann stóri dagurin fyri okkum bæði, men eisini brúðardagurin hjá verforeldur mínum, og føðingardagurin hjá verfaðir.
Men 28. juli 2013 eigur eisini at verða nakað heilt serligt, tí hendan dagin eri eg sett til at eiga okkara fyrsta barn. So her í morgum, siti eg her við stórum búki og vóni at barnið bestemmar seg fyri at koma skjótt. So vónandi halda vit ein part av ólavusøkuni á føðideildini í ár.
Tillukku við degnum míni fittu verforeldur og góða Ólavusøku øll somul.
--
VINN GUÐRUN & GUÐRUN
Send okkum eina mynd av tær sjálvari/sjálvum, og ein lítlan tekst, har tú skrivar, hvussu tín ólavsøka plagar at vera. Tú mást gjarna fortelja okkurt, sum er eitt sindur serligt. Vit gera síðani lítlar ólavsøkugreinir til Portalin, og tá ólavsøkan er av, draga vit millum øll innsend og almannakunngjørd innsløg um eina troyggju frá Guðrun og Guðrun. Tú velur sjálv/ur, um tað skal vera ein kvinnu- ella harratroyggja.
Send mynd og tekst til hesar BÁÐAR adressur:
redaktion@knassar.fo
og
leif.laadal@gmail.com